Koronukreppan er av: Norðmenn hækka rentuna

24.09.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Koronukreppan er av: Norðmenn hækka rentuna
Støðan í Føroyum er ein onnur, og tí verður neyvan nøkur broyting hjá okkum, sigur landsbankastjórin
Støðan er um at koma í rættlag aftur eftir koronu, og tí er ikki longur neyðugt við krepputiltøkum longur, t.d. lágari rentu, sigur norski tjóðbankastjórin.

Norski tjóðbankin hækkar nú rentuna úr 0,00 upp í 0,25 prosent.

Tað gongur væl í búskapinum í Noregi, og tí fer leiðandi rentan eftir ætlan at hækka stigvíst næstu árini.

Noreg kunnu reka sjálvastøðugan pengapolitikk, og í 2024 skal rentan eftir ætlan vera komin upp á 1,7 prosent.

Malan Johansen, landsbankastjóri, væntar tó ikki, at tað sama fer at henda í Føroyum. 

Danir kunnu ikki reka sjálstøðugan pengapolitikk, tí teir eru partur av ES, og tískil heldur ikki føroyignar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 
 

Malan Johansen er landsbankastjóri.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558