Veljarakanning: Stjórnin í Íslandi missir meirilutan

24.09.2021 - 13:39
Útheimurin
Veljarakanning: Stjórnin í Íslandi missir meirilutan
Hóast stjórnarflokkarnir hava afturgongd, vilja veljararnir varðveita Katrína Jakobsdóttir sum forsætisráðharra
Stjórnin hjá Katríni Jakobsdóttir, forsætisráðharra, stendur til at missa meirilutan, men veljararnir vilja hava hana at halda fram sum stjórnarleiðara.

Altingsval er í Íslandi í morgin.

Seinastu fýra árini hava Vinstrigrøni flokkurin, Sjálvstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin sitið við valdið.

Men alt bendir á, at stjórnin við Katrin Jákupsdóttir, forsætisráðharra, á odda, fer at missa meirilutan, sigur Bogi Águstsson, tíðindamaður hjá íslendska kringvarpinum.

Sambært veljarakanningum sleppa níggju flokkar upp um tinggáttina hesaferð.

Hoyr samrøðu við Boga Águstsson í útvarpstíðindunum.

Bogi Águstsson er tíðindamaður hjá íslendska kringvarpinum, RÚV.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512