Báðir vilja hava stjórnarvaldið

27.09.2021 - 16:43
Útheimurin
Báðir vilja hava stjórnarvaldið
Samfelagsfrøðingur væntar, at týskarar fáa annaðhvørt eina ferðsluljós-samgongu ela eina Jamaika-samgongu
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Bæði Armin Laschet og Olaf Scholz vilja vera kanslari eftir valið í Týsklandi í gjár.

Hóast SPD gjørdist størsti flokkur eftir valið í Týsklandi í gjár, hevur nýggi formaðurin í CDU, Armin Laschet, ikki givið skarvin yvir.

Eins og Olaf Scholz, formaður í SPD, roynir Laschet at gerast nýggjur samveldiskanslari.

Bæði SPD og CDU/CSU royna at skipa samgongu saman við Teimum grønu og liberala flokkinum, FPD.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, sigur, at tað er mest sannlíkt, at týskarar fáa eina ferðsluljós-samgongu ella eina Jamaika-samgongu.

Litirnir sipa til litirnar hjá teimum ymsu flokkunum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Sámal Matras Kristiansen er samfelagsfrøðingur.

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Orknleikir '25 #3
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550