Fútin: Eingin skipaður kriminalitetur í Føroyum

28.09.2021 - 17:59
Innlendis›112
Fútin: Eingin skipaður kriminalitetur í Føroyum
Michael Boolsen sigur, at felags fyri brotsverkini, sum vóru framd um vikuskiftið, er, at tey hava tilknýti til rúsevnisumhvørvið
Michael Boolsen, fúti

Kriminaliteturin er vorðin meira samansettur, men talan er ikki um skipaðan kriminalitet í Føroyum.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti, eftir fleiri grov brotsverk um vikuskiftið.

Fútin sigur, at felags fyri málini er, at tey hava tilknýti til rúsevnisumhvørvið. Av tí at málini eru so samansett, setir tað stór krøv til politiið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Eldurin á Stykkinum um vikuskiftið var eftir øllum at døma ásettur. Fútin sigur, at kriminaliteturin í Føroyum er vorðin meira samansettur, men talan er ikki um skipaðan kriminalitet. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334