Fegnast um nýggja samstarvsráðið

05.10.2021 - 13:13
Innlendis›Politikkur
Fegnast um nýggja samstarvsráðið
Forsætisráðharrin sigur, at ráðið fer at tryggja betri samstarv millum londini í ríkisfelagsskapinum
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, heldur setanarrøðu fyri fólkatinginum fyrrapartin.
Mynd: RitzauScanpix  

Londini í ríkisfelagsskapinum noyðast at verja seg, nú umhvørvisbroytingar hava gjørt, at vit hava ein nýggja veruleika í Arktis.

Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, tá hon helt setanarrøðu fyri fólkatinginum fyrrapartin.

Hon fegnaðist eisini um nýggja samstarvsráðið, sum Danmark, Føroyar og Grønland hava skipað. Tað fer at tryggja betri samstarv millum londini, segði Mette Frederiksen.
 

Nýggja fólkatingssetan er byrjað. (Mynd: RitzauScanpix)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775