Formansskapurin í fólkatinginum kom ikki hesaferð

Formansskapurin í fólkatinginum kom ikki hesaferð
Føroyaferðin varð avlýst og verður ikki fyrr enn næsta vár. Bara tvey av fimm kundu koma
Pia Kjærsgaard, forkvinna í fólkatinginum, og hini í formansskapinum sendu avboð til Føroya
 
12.09.2017 - 13:01

Formansskapurin í fólkatinginum avlýsti Føroyaferðina, sum annars skuldi byrja í dag og enda hósdagin.

Vegna sjúku kundu bara tvey av fimm fólkum í formansskapinum koma til Føroya nú.

Ferðin verður ikki fyrr enn í fyrru hálvu næsta ár, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður.

Samstundis er óvist, hvussu verður við ferðini hjá formansskapinum í løgtinginum til Danmarkar næsta ár.

Formansskapirnir í løgtinginum og í fólkatinginum vitja hvønn annan hvørt ár, annaðhvørt ár í Danmark og annaðhvørt í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974