Høgni Hoydal: Avtalan er stórt afturstig fyri Føroyar

05.10.2021 - 13:52
Innlendis›Politikkur
Høgni Hoydal: Avtalan er stórt afturstig fyri Føroyar
Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum á tingi, fegnast um, at Føroyar nú verða hoyrdar uttanríkispolitiskum málum
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Christian Andreasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, eru ósamdir um avtaluna um samstarvsráðið, sum løgmaður vegna Føroyar skrivaði undir á Christiansborg í gjár.

Høgni Hoydal sigur, at avtalan er eitt risa afturstig fyri Føroyar, og hann finst at løgmanni fyri ikki at hava fingið heimild frá løgtinginum frammandan at skriva undir avtaluna. Høgni Hoydal sigur, at føroyskur politikkur eru nú latin dønum upp í hendur.

Christian Andreasen sigur, at talan er um uttanríkispolitikk, ið Føroyar ikki hava yvirtikið enn, og tí fegnast hann um, at Føroyar nú verða hoyrdar í hesum sambandi.

- Hetta er eitt stig á rætta leið, sigur Christian Andreasen.

Høgni Hoydal og Christian Andreasen vóru í Breddanum í útvarpinum fyrrapartin.

Christian Andreasen er formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809