Fýra vilja átaka sær annað byggistig á Giljanesi

11.10.2021 - 17:26
Innlendis›Samfelag
Fýra vilja átaka sær annað byggistig á Giljanesi
Articon átti lægsta boðið upp á 34 milliónir og 836 túsund krónur. Bygginevndin hevur ikki gjørt av enn, hvør skal fáa arbeiðið, sigur borgarstjórin
Mynd: Vága kommuna  

Í august varð 2. byggistig av útbyggingini av Skúlanum á Giljanesi boðið út.

2. byggistig rúmar nýggjum fakhølum til m.a. tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði. Víðkaðir karmar verð til heimastovur og felagsøkir.

Harumframt verða broytingar gjørdar í 1.byggistigið, sum betra um møguleikan fyri serundirvísing, umframt at umstøðurnar hjá lærarum og heilsustarvsfólki eisini verða broytt og betra.

Arbeiðið, sum boðið varð út, var høvuðsarbeiðstøka. Talan var um almenna lisitatión, sambært Løgtingslóg um útbjóðing v.m.

Tað komu fýra tilboð inn.

Nógv fólk var komið saman á kommunuskrivstovuni, har Albert Ellefsen, formaður í bygginevndini fyri 2. byggistig, lat tilboðini upp.

Articon átti lægsta tilboðiði á 34.836.106. Síðan kom Búsetur á 37.581.102, J&K Petersen á 39.712.122, men við einum fyrivarni um prísin á byggitilfari, og tilboðið hjá MT Højgaard var á 39.833.959.

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ BJARNA PRIOR, BORGARSTJÓRA.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040