Annað byggistig av skúlanum á Giljanesi liðugt

Annað byggistig av skúlanum á Giljanesi liðugt
Umframt vanligar skúlastovur, fevnir annað byggistig um ymisk serhøli, nýtt uppihaldsrúm til lærararnar og uppstiging av stovum til førleikamenning
Nakrir snøklar eru eftir, men væntandi verður tað mesta klárt, áðrenn skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina.
 
21.07.2023 - 10:57

Annað byggistig av nýggja skúlanum á Giljanesi varð í gjár latið Vága kommunu.

Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri, fegnast um, at bæði tíðarætlan og kostnaðarmeting hava hildið.

Umframt vanligar skúlastovur, fevnir annað byggistig millum annað um ymisk serhøli, nýtt uppihaldsrúm til lærararnar og uppstiging av stovum til førleikamenning.

 

 

Frá vinstru: Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri og formaður í bygginevndini, Esben Jacobsen, Articon, Kem Weihe, Articon, Sunnvard Andreassen, Articon, Jóhan Sørensen, Articon, Jón Eli Jacobsen, SMJ, Bjarni Justinussen, SNA, og Jón Koytu Peteresen, LBF.

 

Liðugt til skúlabyrjan

Nakrir snøklar eru eftir, men væntandi verður tað mesta klárt, áðrenn skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina.

Listakvinnurnar, Jana Jonhardsdóttir og Annika á Lofti, skulu listprýða skúlan.

Økið uttan um bygningin skal nú skipast av nýggjum, og tað verður væntandi gjørt, tá ið farið verður í heystfrí.

ByggifelagiðArticon hevur verið arbeiðstakari, og felagið Ráð hevur staðið fyri byggileiðsluni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891