Vil hava at vita, hvussu peningurin verður brúktur

13.10.2021 - 13:19
Innlendis›Politikkur
Vil hava at vita, hvussu peningurin verður brúktur
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur biðið Sjúkrahúsverkið um frágreiðing um játtanina til Psykiatriska depilin
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vil hava at vita, hvussu játtanin til psykiatriina verður brúkt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, vil vita, hvat er komið burtur úr øktu játtanini til Psykiatriska depilin seinastu tvey árini.

Sambært landsstýrismaðurin í heilsumálum, vóru játtanirnar á fíggjarlógini gjørdar fyri at raðfesta útgreining av ADHD hægri.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur biðið leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum greiða frá, hvussu peningurin verður brúktur.

Í løtuni er bíðitíðin umleið hálvtannað ár at sleppa til útgreining fyri millum annað ADHD.

Súsanna Reinert Petersen, serlækni í barna- og ungdómspsykiatri, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at tey fáa fleiri ávísingar, enn tey hava orku til at útgreina.

Súsanna Reinert Petersen, serlækni í barna- og ungdómspsykiatri.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213