Stjórnin fer at styrkja støðuna hjá miðal- og lágløntum

15.10.2021 - 11:07
Útheimurin
Stjórnin fer at styrkja støðuna hjá miðal- og lágløntum
Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin, sum mynda nýggju stjórnina í Noregi, hava 76 tingfólk
Hýrurin var góður uttan fyri slottið í Oslo í gjár, tá nýggja stjórnin hjá Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra, hevði tikið við.
Mynd: RitzauScanpix  

Nýggja samgonguskjalið millum Arbeiðaraflokkin og Senterflokkin, sum mynda nýggju stjórnina, miðar eftir at styrkja støðuna hjá miðal- og lágløntum í samfelagnum.

Eisini verður gjørd ein roynd at bremsa miðsavningini og at menna útjaðaran.

Tað sigur Martha Hjalmarsdóttir Mýri, stjórnmálafrøðingur, sum fylgir væl við í norskum politikki.

Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin hava 76 sessir í stórtinginum. Teir noyðast tí at leita sær stuðul fyri at fáa meiriluta í tinginum.

Martha Hjalmarsdóttir Mýri var í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr alla sendingina her.

Martha Hjalmarsdóttir Mýri, stjórnmálafrøðingur.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590