- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinmaður Putin hevur tvey fiskiloyvi í Føroyum

Merklant-2 og Ostankino eru tvey russisk skip, sum sambært Vørn bæði tvey hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi eftir makreli, sild og svartkjafti. Felagið Murman Seafood eigur bæði skipini. Eigari av Murman Seafood er, sambært fleiri keldum, móðirfelagið Norebo.
Eigari av Norebo er Vitaly Orlov, sum sambært the Barents Observer og fleiri øðrum keldum er tættur vinmaður og stuðul hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.
Vitaly Orlov er ein av sokallaðu russisku oligarkunum. Sambært tíðarritinum Forbes, so eigur hann okkurt um 10 milliardir krónur.
Varastjórin í Murman Seafood er Arnold Kukushkin, sum sambært Artic Today var høgtstandandi offiserur í russisku fregnartænastuni, FSB, frá 2010 til 2015.
Soleiðis eigur Vitaly Orlov, sum er stuðul hjá Putin, tvey fiskiloyvi í Føroyum. (Grafikkur: Vitlíki)
Útihýst úr ES og Noreg
Bæði Norebo og Murman Seafood hava fingið bann fyri at vera í ES-sjógvi og norskum sjógvi. Orsøkin er, sambært bæði ES og norska uttanríkisráðharranum, Espen Barth Eide, at skipini hjá hesum reiðaríum eru til vanda fyri trygdina.
Skipini eru, sambært teimum, tætt knýtt at russiska statinum og fáast við fregnartænastuvirksemi, so lættari er at fremja yvirgang ímóti týdningarmiklum undirstøðukervi á havbotninum, so sum samskiftiskaðlum og olju- og gassleiðingum.
Sambært norsku fregnartænastuni, PST, eru skip hjá Murman Seafood partur av einari russiskari fregnartænastuætlan, kallað GUGI.Hendan GUGI verkætlanin er ein serlig verkætlan fyri krígsførslu á havsins botni.
Hava tilknýti til Føroya
Umframt, at Murman Seafoods eigur tvey skip, sum í ár hava fiskiloyvi í Føroyum, so hevur felagið eisini annað tilknýti til Føroya. Skipið Melkart-5, sum Murman Seafoods eigur, var á bedig hjá MEST í Havn summarið 2023. Hetta skipið er undir illgruna fyri at hava gjørt skaða á samskiftiskaðalin millum Svalbard og Noreg sama ár.
Sambært ES kommisiónini, so sigldi Melkart-5 fleiri ferðir yvir kaðalinm millum Svalbard og Noreg, áðrenn hann bleiv í ólagi. Skipið hevur eisini, sambært The Barents Observer, verið illgrunasamt tætt við NATO hernaðarvenjingar.
Melkart-5 sigldi sambært MarineTraffic fleiri enn 20 ferðir yvir kaðlunum við Svalbard áðrenn brekið hendið. (Kelda: Dossier Centre)
Melkart-5 hevur ikki fiskiloyvi í Føroyum í ár. Men tað hevur Melkart-2, sum sama felag eigur.
Russisku skipini Ester og Lira vóru í 2023 undir illgruna fyri at vera njósnaraskip. Sama felag eigur hesi skipini, og tey hava verið í føroyskari havn fleiri enn 200 ferðir síðani 2015, sambært miðlinum The Maritime Executive. Krigvarpið hevur hevur eisini hesar upplýsingar frá 2023.
Á heimasíðuni hjá Murman Seafood vísa tey myndir av bæði Melkart-2 og Melkart-5 í Nólsoyarfirði.
Melkart-2 beint út fyri Argjalandinum. (Mynd: Murman Seafood)
Melkart-5 í Nólsoyarfirði. (Mynd: Murman Seafood)
Føroyar bíða
Hóast ES og Noreg hava útihýst báðum reiðaríunum hjá vinmonnum Putin, so velja Føroyar at bíða. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, sigur í skrivligum svari gjøgnum eitt embætisfólk, at hon fer at umrøða málið eftir ólavsøku. Svarið er soljóðandi:
“Tá ið ES setti tiltøk í verk ímóti ávísum russiskum reiðaríum, fór Uttanríkis- og vinnumálaráðið, saman við viðkomandi føroyskum myndugleikum, undir at kanna, um tørvur er á nýggjari lógarheimild fyri at seta samsvarandi tiltøk í verk.
Nógv bendir á, at neyðugt er við nýggjari lógarheimild og tí fari eg at taka stig til politiska viðgerð av málinum eftir ólavsøku”.
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at talan er um eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, og tí er tað Uttanríkis- og vinnumálaráðið, ið skal taka sær av tí.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur enn ikki svarað Kringvarpinum uppá fyrispurningar um málið.
28 loyvi
Russsar hava í ár 28 fiskiloyvi í Føroyskum sjógvi. Vørn hevur yvirlit yvir øll skipini. Tey síggjast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:
LES EISINI:
Landsstýrið tekur støðu til russisk skip eftir ólavsøku
Norskir myndugleikar: Skipini njósnast






























