Hvast orðaskifti í tinginum um Bústaðir

20.10.2021 - 14:11
Innlendis›Politikkur
Hvast orðaskifti í tinginum um Bústaðir
Høgni Hoydal heldur, at landsstýriskvinnan er í ferð við at syndra stovnin. Christian Andreasen sigur, at uppskotið um starvsskipan fyri Bústaðir er óvanligt
Starvsfólk á Bústøðum vóru væl mannað á áhoyrarasessunum í tinginum í dag.

Hvast orðaskifti var í tinginum fyrrapartin, tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, svaraði tilsamans fýra munnligum fyrispurningum um støðuna í Bústøðum.

Tingfólk í andstøðuni funnust hvassliga at landsstýriskvinnuni, og Høgi Hoydal segði, at hon er í ferð við at syndra stovnin.

Tingfólk í samgonguni undraðust eisini á tað, sum er hent í Bústøðum seinastu tíðina.

Heðin Zachariasen í Fólkaflokkinum spurdi, um tað ber til at skifta stýrið út í ótíð, og formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, segði, at uppskotið um starvsskipan fyri Bústaðir er óvanligt.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir svaraði, at hon fer at góðkenna starvsskipanina, um hon er innan fyri lógarkarmin, men hon tvíhelt um, at tað eru stýrið og leiðsluna sum skulu finna stevið.

Heimild er ikki at skifta stýrið í ótíð, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar í tinginum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891