Eysturoyartunnilin ber seg um tvey ella trý ár

21.10.2021 - 13:50
Innlendis›Politikkur
Eysturoyartunnilin ber seg um tvey ella trý ár
Arbeitt verður við at gera raksturin bíligari, og ein nýggjur prísbygnaður verður gjørdur fyri pendlarar
Í løtuni veðheldur landskassin fyri 900.000 kr. um vikuna, tí ferðslan í Eysturoyartunlinum er ov lítil.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Eysturoyartunnilin fer at bera seg fíggjarliga og tvey ella trý ár.

Tað væntar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Arbeitt verður við at gera raksturin bíligari, og ein nýggjur prísbygnaður verður eisini gjørdur fyri pendlarar, sigur hann.

Í løtuni vantar p.f. Eystur-og Sandoyartunlum 900.000 kr. um vikuna fyri at fáa tað at standa upp og niður fíggjarliga, og hesi upphædd veðheldur landskassin fyri.

Fyrsti avdrátturin av láninum, sum tunnilsfelagið hevur tikið til bæði Eysturoyar- og Sandoyartunnilin, fellur til gjaldingar næsta ár.

Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952