Suðuroyartunnilin skal fíggjast á annan hátt

22.10.2021 - 13:10
Innlendis›Politikkur
Suðuroyartunnilin skal fíggjast á annan hátt
Politikarar skjóta upp, at gjald verður lagt á allar tunlar og brýr, og at vega- og oljugjaldið verður partur av fíggingini
Beinir Johannesen, Rósa Samuelsen og Jóhannis Joensen eru fyri at gera Suðuroyartunnilin, men tey mæla til at finna annan fíggingarleist.

Løgtingsfólk, sum Kringvarpið hevur tosað við, vilja hava Suðuroyartunnil, hóast hann verður nógv dýrari enn mett.

Tey mæla kortini til, at Suðuroyartunnilin verður fíggjaður á annan hátt enn hinir undirsjóvartunlarnir.

Onkur skjýtur upp at leggja gjald á allar tunlar, eisini á landi, og eitt annað tingfólk heldur, at vegskatturin og oljuavgjaldið skulu vera við til at fíggja Suðuroyartunnilin.

Hoyr Rósu Samuelsen, Beinir Johannesen og Jóhannis Joensen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775