Løgmaður ætlar ikki at lata samfelagið aftur

31.10.2021 - 23:26
Innlendis›Politikkur
Løgmaður ætlar ikki at lata samfelagið aftur
Hóast smittutølini blíva við at vera høg, og serfrøðingur nú rópar varskó, so ætlar løgmaður ikki at lata samfelagið aftur
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, heldur fast í, at samfelagið skal vera so opið sum tilber, hóast smittutølini blíva við at vera høg
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nýggjastu koronutølini vísa, at tað vóru 63 tilburðir staðfestir í gjár.

Tað merkir, at tað nú eru 705 fólk, ið eru smittaði við koronu.

Sjey fólk eru í løtuni innløgd við koronu.

Shahin Gaini, serlækni í infeksjónsmedisini á Landssjúkrahúsinum, sigur, at um talið av smittutilburðum ikki kemur niður á 10 til 20 um samdøgrið, so gongur galið.

Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, heldur fast í teimum tilmælum, hann hevur fingið frá Farsóttarnevndini, og ætlar ikki at lata samfelagið aftur. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334