Thetis: Sjúkrahúsverkið lopið framav

bannari
10.11.2021 - 13:04
Innlendis›Heilsa
Thetis: Sjúkrahúsverkið lopið framav
Vandi er fyri, at trýstið at sleppa til koronukanningar veksur, tí Thetis ikki longur sleppur at greina kanningar fyri Sjúkrahúsverkið
Kanningarstovan Thetis sleppur fyribils ikki at greina koronukanningar fyri Sjúkrahúsverkið.

Seinastu dagarnar hava millum 3.000 og 4.000 fólk verið til koronukanningar um samdøgrið, tí smittan er vaksin so nógv.

Og vandi er fyri, at trýstið á skipanina fer at vaksa uppaftur meira, tí Thetis sleppur ikki longur at greina kanningar fyri Sjúkrahúsverkið.

Orsøkin er ein villa, har summi fingu boð um, at tey høvdu ikki koronu, hóast royndin vísti, at tey vóru smittað.

Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis, sigur, at Sjúkrahúsverkið er lopið framav.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Marita Debess Magnussen er stjóri í Thetis.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334