Heilsutrygd setir rættartrygdina í vanda

19.11.2021 - 12:01
Innlendis›Pengar
Heilsutrygd setir rættartrygdina í vanda
Tað gagnar ikki rættartrygdini, at ein almennur stovnur tilvitað hevur drálað so leingi í málinum um heilsutrygdargjald hjá útisiglarum

Fyrr í mánaðinum helt Dánjal Jákup Meinertsson, at næstan níggju ára langt stríð við Heilsutrygd loksins var av, tá Føroya Rættur fríkendi hann og ein annan útisiglara at rinda heilsutrygdargjald.

Men í vikuni í vikuni noktaði Heilsutrygd at geva skarvin yvir og skeyt dómin inn fyri Landsrættin.

Málið byrjaði longu í 2013, tá Dánjal Jákup Meinertsso, sum formaður í Antares, áhugafelagnum hjá útisiglarum, vendi sær til Heilsutrygd um viðurskiftini hjá útisiglarum.

Málið, sum byrjaði sum ein fyrispurningur, er síðani blivið eitt prinsipp-mál, sum hann hevur hildið fast í.

Eitt so drúgt mál er ikki gott fyri rættartrygdina, heldur hann.

Málið um Heilstrygd er eisini vorðið eitt prinsippmál hjá Heilsutrygd, bæði tí tað kann merkja, at landið missir millum 2 og 4 milliónir krónur árliga, og tí tað er ein spurningur, hvørt ein millumtjóðaravtala yvirtrumfar ein løgtingslóg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213