- Tíðindi, mentan og ítróttur
270 fólk fingið undantak at rinda heilsutrygdargjald
270 fólk fingið undantak at rinda heilsutrygdargjald
Hetta eru fólk, sum rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi

Sambært TAKS er talan um 1.293 fólk, sum hava rætt til at fáa 22,3 milliónir krónur aftur frá Heilsutrygd.
23.09.2026 - 08:00
270 fólk fingu í fjør undantak frá TAKS at rinda heilsutrygdargjald, tí tey rinda heilsutrygdargjøld í øðrum Norðurlandi.
Fólk, sum áttu at verið undantikin heilsutrygdargjaldi í Føroyum, kundu søkja um at fáa heilsutrygdargjaldið frá 1. november 2014 til og við 2023 afturgoldið.
Sambært TAKS er talan um 1.293 fólk, sum hava rætt til at fáa 22,3 milliónir krónur aftur frá Heilsutrygd.
16. oktober í fjør høvdu 32 fólk fingið heilsutrygdargjald aftur.
Tey fingu 853.000 kr., góðar 26.650 kr. í miðal í part.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























