Ivamál um, hvør skal gjalda fyri sandoyingar

bannari
19.11.2021 - 16:42
InnlendisHeilsa
Ivamál um, hvør skal gjalda fyri sandoyingar
Enn er ógreitt, um sandoyingar sleppa at kanna seg fyri koronu í Sandoynni í næstu viku. Spurningurin er, hvør skal rinda fyri kanningarnar

Í gjár sendu allir fýra borgarstjórarnir í Sandoynni eitt hvassorðað skriv, har teir heittu á myndugleikarnar um at skipa kanningarmøguleikar aftur á oynni, eftir at tað steðgaði týsdagin.

Ein fyribilsloysn varð gjørd, so at kannað varð á Læknamiðstøðini á Sandi í dag.

Spurningurin er, hvør skal rinda fyri kanningarnar.

Sjúkrahúsverkið vil eisini fáa greiðari mannagongdir fyri øll kanningarstøðini, sum eru aðrastaðni enn á teimum trimum sjúkrahúsunum, sigur Selma Herup, sum er starvsfólkaleiðari á Landssjúkrahúsinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571