Øll børn í sjeynda flokki skulu hava týskt

22.11.2021 - 14:26
InnlendisSamfelag
Øll børn í sjeynda flokki skulu hava týskt
Týskt skal vera lærugrein í sjeynda flokki, og miðnámsnæmingar á náttúrubreyt og búskaparbreyt skulu hava eitt frammandamál, sum ikki er danskt ella enskt.

Børn í sjeynda flokki skulu hava tveir tímar av týskum um vikuna.

Tað er í øllum førum tilmælið hjá arbeiðsbólkinum, sum varð settur at gera uppskot til tillagingar í fólkaskúlanum og á miðnámi, fyri at styrkja støðuna hjá fremmandumálum í sjúlaverkinum. Hanna Ziskason Hansen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, forkvinna.

Arbeiðsbólkurin leggur í tilmælinum stóra áherðslu á, at tað er sera umráðandi at føroyskt undirvísingartilfar skal fáast til vega sum liður í at styrkja fremmanda mál í skúlaverkinum.

Arbeiðsbólkur, sum varð settur at gera uppskot til tillagingar í fólkaskúla og á miðnámi við tí endamáli at styrkja støðuna hjá fremmandamálum í skúlaverkinum, hevur handað landsstýrismanninum tilmæli.

Tilmælini byggja á áður gjørd tilmæli og fevna um høvuðsøkini: Tíma- og lærugreinabýti, námsætlanir, undirvísingartilfar, læraraførleikar, gransking og útbúgving.

Í tilmælinum verður m.a. mælt til, at týskt verður lærugrein í 7. flokki við tveimum tímum um vikuna, og at næmingar á náttúrubreyt og búskaparbreyt hava eitt fremmandamál ella danskt aftur at enskum.

Eisini verður mælt til, at námsætlanir í donskum og fremmandamálum verða tillagaðar við meira denti á málið sum miðil og samskiftisamboð, føroyskt undirvísingartilfar skal fáast til vega, og námsráðgevar skulu setast.

Harumframt verður mælt til at granskingarstørv í fremmandamálum verða skipað á Fróðskaparsetrinum.

Í arbeiðsbólkinum vóru:
Hanna Ziskason Hansen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, forkvinna.
Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi í Námi, skrivari.
Mortan Zachariassen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum.
Tórhallur við Gil, fólkaskúlalærari, umboðandi Føroya Lærarafelag.
Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari, umboðandi Yrkisfelagið Miðnám.
Kalpana Vijayavarathan, adjunktur, umboðandi Fróðskaparsetur Føroya.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815