Greiðar ábendingar um, at stolin peningur er hvítvaskaður í Føroyum

22.11.2021 - 12:20
Innlendis›Samfelag
Greiðar ábendingar um, at stolin peningur er hvítvaskaður í Føroyum
Í fýra ár var peningur í miðafrikanska landinum Kongo fluttur á kontu hjá føroyskum flutningsfelagi
Í dátulekanum, Congo Hold Up, er komið fram, at feløg við tøttum tilknýti til fyrrverandi forsetan hava flutt pengar úr ríkiskassanum í Kongo niður í egnar lummar.

Eru stolnir pengar fluttir til Føroya, so er tað hvítvasking.

Tað sigur løgfrøðingur um pengar, sum vóru fluttir úr stóra miðafrikanska landinum, Kongo, á kontu hjá føroyska flutningsfelagnum, All Oceans Logistics, frá 2013 til 2017.

Í dátulekanum, Congo Hold Up, er komið fram, at feløg við tøttum tilknýti til fyrrverandi forsetan hava flutt pengar úr ríkiskassanum í Kongo niður í egnar lummar.

Ein partur av rændu pengunum var síðani fluttir til Føroya. Føroyska flutningsfelagið, All Oceans Logistics, broytti navn í 2017, og eitur nú El Nino.

Felagið er farið í sjálvbodna likvidasjón.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera

Sí eisini

07.02.24
170102
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867