Væntar at fáa tilmæli frá Havstovuni í næstu viku

03.12.2021 - 13:36
InnlendisSamfelag
Væntar at fáa tilmæli frá Havstovuni í næstu viku
ICES hevur mælt til stóran niðurskurð í toska- og hýsufiskiskapinum
ICES mælir til stóran niðurskurð í toskaveiðini undir Føroyum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, bíðar nú eftir tilmæli frá Havstovuni, áðrenn han fer at áseta fiskidagarnar næsta ár.

Fiskidagarnir fyri 2022 verða ásettir eftir umsitingarætlanini, sum allir partar hava góðkent. Og tá Havstovan er komin við sínum tilmæli, verða fiskidagarnir lýstir í kunngerð.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú ICES mælir til at minka fiskiskapin eftir toski niður í 2.200 tons og av hýsu niður í 8.600 tons næsta ár.

ICES mælir til at hækka fiskiskapin eftir upsa upp í góð 37.000 tons.

Landsstýrismaðurin væntar at fáa tilmælið frá Havstovuni í næstu viku.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815