Vænta at fáa 44 milliónir meira í skatti næsta ár

Vænta at fáa 44 milliónir meira í skatti næsta ár
Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu í 2026 verða mettar til 1,5 milliardir kr.
Tórshavnar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2026. Seinna viðgerð verður 20. november.
 
27.10.2025 - 09:01

Tórshavnar kommuna væntar at fáa fýra prosent, 44 milliónir krónur, meira i skatti næsta ár.

Tað vísa tøl, sum vóru tøk í september.

Tórshavnar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2026.

Seinna viðgerð verður 20. november.

 

Nógv strørri eftirlønarskattur

Skatturin av eftirlønargjøldum verður nógv størri næsta ár enn hann er í ár. Tann hækkingin kemst serliga av stóru lønarhækkingunum í hesum sáttmálaskeiðnum.

Inntøkurnar eru mettar at vera hálva aðru milliard, 5,4 prosent størri enn í ár.

Rakstrarútreiðslurnar eru ein milliard og 140 milliónir i uppskotinum, 4,9 prosent meira enn í ár.

Í uppskotinum eru góðar 263 mió. krónur eftir til skattafíggjaðar íløgur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961