Starvsfelagið tekur undir við at samráðast í krónum

Starvsfelagið tekur undir við at samráðast í krónum
Lønarsamráðingar verða í heyst, og samráðingarleisturin skal broytast, sigur landsstýrið
Semingsstovnurin var uppií, tá Starvsfelagið gjørdi sáttmála í heyst. Her taka Súni Selfoss, formaður, og Terje Sigurðsson, semingsmaður, í hondina á hvørjum øðrum, tá semja var fingin um nýggja sáttmálan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.07.2025 - 11:19

Lønarsamráðingarleisturin skal broytast í heyst, og útgangsstøðið hjá landssýrinum er, at lønarsamráðingarnar verða í krónum heldur enn í prosentum.

Tað segði Aksel V. Johannesen í løgmansrøðuni á ólavsøku.

Starvsfelagið tekur undir við lønarsamráðingum í krónum, meðan Akademikarafelagið er heldur stúrið um ætlaðu broytingarnar. 

Súni Selfoss, formaður í Starvfelagnum, vísir á, at Starvsfelagið hevur gjørt lønarsáttmálar, sum bæði eru í krónum og prosentum. 

Tá lønarhækking verður latin í prosentum, fáa tey, sum tjena mest, størstan lønarvøkstur. 

Um vit hyggja at hægsta lønarstigi hjá t.d. heilsuhjálparum og hægsta stigi hjá teimum við masterútbúgvingum, sæst vaksandi lønargjógvin tyðiliga.

Fáa báðir bólkar fimm prosent í lønarvøkstri, fær heilsuhjálparin útgoldið 1600 kr. meira um mánaðin, meðan tann við masterútbúgving fær góðar 2600 krónur meir um mánaðin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31072025_Lonarsamradingar

  


Í Heilsuhjálparafelag Føroya fegnast tey um ætlanina at broyta samráðingarleistin. Tað fer at skapa eitt rættvísari og javnari samfelag, sigur forkvinnan, Mary Antonsdóttir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952