Farleiðin hjá Rituni er óegnað til børn og eldri fólk

21.12.2021 - 13:24
Innlendis›Samfelag
Farleiðin hjá Rituni er óegnað til børn og eldri fólk
Børn yngri enn sjey ár, og fólk eldri enn 70 ár eiga ikki at ferðast við Rituni til Fugloyar og Svínoyar um miðalvindurin er meir enn 10 m/s
Mælt verður nú børnum og eldri fólkum frá at sigla við Rituni til Fugloyar og Svínoyar, um vindmegin er omanfyri 10 m/s
Mynd: Savnsmynd  

Strandferðslan mælir nú til, at børn og eldri fólk vísa serligan ans á leið 58, ið er farleiðin, sum Ritan siglir millum Hvannasund, Fugloy og Svínoytá, um miðalvindurin er meira enn 10 m/s.

Ert tú yngri enn 7 ár ella eldri enn 70 ár, so verður mælt til, at tú ikki ferðast á leið 58, um miðalvindurin er hægri enn 10 metrar um sekundið.

Tað sama ger seg galdandi, um man hevur kropsligar avbjóðingar í mun til rørlsu.

 

Vánalig lendingarviðurskifti

Tilmælini eru ein beinleiðis avleiðing av vánaligu lendingaviðurskiftunum á útoyggj, sigur Heri Norðberg, trygdarsamskiparin hjá Strandferðsluni.

Og um veðrið versnar, verður tilmælini herd.

Um miðalvindurin liggur millum 15-20 metrar um sekundið verður aldursmarkið broytt til 12 til 65 ár.

Og um tað er millum 20 og 25 metrar um sekundið, verður mælt til, at bert ferðafólk millum 16 og 65 ár, sum ikki hava nakrar kropsligar avbjóðinar í mun til rørslu, ferðast á farleiðini.

Úrslit av vanlukku

Talan er kortini bara um tilmælir og eru serliga ætlaði ferðafólkum, sum ikki eru kend á farleiðini, sigur Heri Norðberg, trygdarsamskipari hjá Strandferðsluni.

Sambært Hera Norðberg, trygdarsamskipara hjá Strandferðsluni, verða líknandi skeltir sett upp á øðrum farleiðum, har lendingaviðurskiftini ikki eru nóg góð.

Heri Norðberg, trygdarsamskipari hjá Strandferðsluni, upplýsir, at tilmælini eru eitt úrslit av einari frágreiðing hjá Sjóvinnustýrinum, ið bleiv gjørd eftir eina vanlukku á farleiðini í mars 2019.

 

Ætlað fremmandafólki

Og tey eru fyrst og fremst ætlaði fremmandafólki á farleiðini.

Trygdarsamskiparin leggur kortini dent á, at talan bert er um tilmæli og ikki reglur.

Sostatt fer skiparin ikki at koyra ferðafólk á land aftur, sum ikki fyglja tilmælunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938