Myndin frá Galaxy er røtt

Myndin frá Galaxy er røtt
Myndin er tikin á biladekkinum á Galaxy 1. september kl. 19.36, og tá var Galaxy á opnum havi eystan fyri Lítlu Dímun
Myndin av rampuni á Galaxy er tikin 1. september klokkan 19.36
 
19.09.2025 - 15:02

Myndin av biladekkinum á Galaxy er enn einaferð kannað. KT-fólk og fotografar hava gjøgnumgingið sjálva myndina og eisini tær dátur, sum telefonin sjálvvirkin leggur inn á myndina. Ongar ábendingar eru um, at myndin er tilgjørd. Harumframt kann sigast við rættiliga stórari vissu, at myndin er tikin 1. september 2025 klokkan 19.36. Hon er tikin við einari telefon av slagnum Samsung Galaxy A55.

Knýta vit hesa upplýsingar saman við sokallaðu AIS dátunum hjá Vikmar, so var Galaxy stødd eystan fyri Lítlu Dímun, tá myndin var tikin.

Eftirlitsstovnar ivast
Bæði Strandferðslan og Sjóvinnustýrið hava sagt seg ivast í, um myndin er røtt, og um hon er tikin meðan Galaxy var á opnum havi.

Allar kanningar av myndini vísa, at hon er tikin 1. september klokkan 19.36, og tá sigldi Galaxy eystan fyri Lítlu Dímun.
 


Klokkan 19.36 tann 1. september var ferjan Galaxy stødd eystan fyri Lítlu Dímun, vísa AIS-dáturnar hjá Vikmar
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938