Demokratia: Fólkaræðisligt afturstig at eingin kvinna er í landsstýrinum

22.12.2021 - 12:42
Innlendis›Samfelag
Demokratia: Fólkaræðisligt afturstig at eingin kvinna er í landsstýrinum
Í løtuni er ongin kvinna í landsstýrinum, og heldur sitandi samgonga fram, er tað fyrstu ferð í 18 ár, at einans menn sita í landsstýrinum
Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at ongin kvinna er í landsstýrinum nú, heldur forkvinnan í Demokratia
Mynd: Savnsmynd  

Tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum fóru úr landsstýrinum mánadagin í samband við 3. viðgerð av uppskotunum um sammøður, sótu fimm menn eftir í landsstýrinum.

Tað er afturstig fyri fólkaræðið, sigur forkvinnan í Demokratia, Kristina Gry Berg.

Sambært forkvinnuni í Demokratia, hevur Fólkaflokkurin beint nú gyltan møguleika at vísa, at flokkurin ikki bara er ein flokkur fyri slipsamenn.

Kristina Berg hevur eina áheitan til Fólkaflokkin, um tað vísir seg, at samgongan heldur fram og landsstýrissessirnir í almannamálum og fiskivinnumálum aftur skulu mannast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025