Miðflokkurin er enn partur av samgonguni

22.12.2021 - 15:35
InnlendisPolitikkur
Miðflokkurin er enn partur av samgonguni
Miðflokkurin hevur ikki tikið støðu til um samgongusamstarvið við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin skal halda fram. Tað sigur Rani Skaalum, floksstjórnarformaður í Miðflokkinum
Rani Skaalum
Mynd: Savnsmynd  

Hóast Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, áður hevur sagt, at Miðflokkurin ikki kann góðtaka at uppskotini um sammøður verða samtykt, so er flokkurin kortini ein partur av samgonguni enn.

At slíta samgonguna er ein týdningarmikil avgerð, og ein slík avgerð skal ikki takast í óðum verki, sigur Rani Skaalum, floksstjórnarformaður í Miðflokkinum.

Politiska støðan hevur elvt til nógvar ymiskar meiningar í baklandinum hjá Miflokkinum. Summi ynskja at fara úr samgonguni alt fyri eitt, meðan onnur fyrst vilja síggja hvussu leikur fer næstu tíðina.

Tað er ikki Miðflokkurin sum forðar fyri at samgongan kann halda fram, sigur Rani Skaalum.

Enn er ov tíðliga at siga um samgonguni er lív lagað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815