SSL skal hava ræðisrættin yvir Herjólfi III

23.12.2021 - 17:30
Innlendis›Samfelag
SSL skal hava ræðisrættin yvir Herjólfi III
Tað er ein serstøða, sum er uppstaðin, nú eitt slíkt skip er tøkt, sigur Hilmar Eliasen, stjóri í SSL, nú útlit eru fyri, at SSL keypir Herjólf III
Herjólfur III, sum SSL ætlar at keypa inn at hjálpa til á Suðuroyarleiðini

Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni hevur nógv at frøðast um, aftaná at løgtingið í farnu viku samtykti fíggjarlógina fyri 2022.

Tí við samtyktu fíggjarlógina kann Strandferðslan nú halda fram við samráðingunum við íslendska stovnin Vegagerðin um keyp av skipinum Herjólf III, sum áður hevur røkt ferðamannasiglingina til Vestmannaoyggjar.

Harvið fær Strandferðslan bæði styrkt um Suðuroyarleiðina, ið hevur verið undir trýsti seinastu árini, og útvega eitt avloysaraskip fyri Smyril.

 

Ræðisrætturin eitt ivamál

Ein av orsøkunum til, at íslendingar eru áhugaðir at selja skipið til Strandferðsluna, er at teir harvið kunnu varðveita møguleikan at brúka Herjólv III sum eykaskip, tá nýggi Herjólv ikki er tøkur.

Men hvør hevur so ræðisrætt yvir skipinum, tá sølan er framd?

"Tað hevur SSL," sigur Hilmar Eliasen, stjóri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120