Fólkaflokkurin hevur netfund um landsstýrisfólk

03.01.2022 - 13:28
Innlendis›Politikkur
Fólkaflokkurin hevur netfund um landsstýrisfólk
Nógv liggja ivaleyst framvið at avloysa Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Christian Andreasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, og Jørgen Niclasen, floksformaður.
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Fólkaflokkurin fer at hittast á netfundi í dag at gera eina roynd at finna tvey nýggj landsstýrisfólk fyri Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Tað er tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum, ikki formaðurin, sum ger av, hvørji skulu vera landsstýrisfólk.

Nógv liggja ivaleyst framvið at fáa landsstýrissess.

Símun Gullaksen, formaður í Norðoya fólkafloksfelag, hevur verið alment frammi og heitt á tingbólkin um, at Norðoyggjar fáa eitt landsstýrisfólk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum hevur verið landsstýriskvinna í almannamálum. 

Jacob Vestergaard hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum. (Mynd: Bjarni Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101