Vága floghavn skal útbyggjast til at kunna taka eina millión ferðafólk

11.01.2022 - 18:00
InnlendisSamfelag
Vága floghavn skal útbyggjast til at kunna taka eina millión ferðafólk
Farstøðin í Vága floghavn skal fleirfaldast í stødd til tess at framtíðartryggja farstøðina, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri. Fyrsta stigið er at útbyggja viðførisrúmið
Ferðafólk sita stúvað saman. Ein vanlig sjón á flogvøllinum í dag, men tað skal vera øðrvísi í framtíðini, tí ætlanin er at útbyggja farstøðina munandi

Nú skal vera nóg mikið við at standa kroyst saman í bæði farstøðini og viðførisrúminum á Vága floghavn.

Vága floghavn arbeiðir við einari ætlan at útbyggja farstøðina, sum hon kann klára at taka ímóti einari millión ferðafólkum um árið.

Útbyggingin skal brynja Vága Floghavn til framtíðina, nú ferðafóklatalið aftur byrjar at líkjast tí, sum tað var áðrenn Covid-19 farsótti fór at herja, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri.  

 

Tríggjar ferðir so stór

"Farstøðin var í grundini ov lítil longu tá hon stóð liðug, tí hon varð bygd til væl smærri flogfør, meðan tey nýggju flogførini eru nærmast dupult so stór."

Støddin á farstøðini, tá hon stendur liðug, skal vera tríggjar til fýra ferðir tað, hon er í dag.

"Tað sigur seg sjálvt, at teir 3000 fermetrarnir, sum vit hava í dag, eru ov lítið til 400.000 ferðafólk. Skulu vit kunna taka ímóti einari millión ferðafólkum, so kunnu fólk bara ganga støddina upp, og tað er tvær og eina hálva ferð so nógvir ferðmetrar, ið skulu til," staðfestir Regin I. Jakobsen, stjóri. 

Útbyggja viðførisrúmið

Fyrsta stigið er at útbyggja viðførisrúmið, sum skal vera dupult so stórt sum tað er í dag. 

Stóra útbyggingin skal fíggjast við láni, sigur stjórin, sum ikki ætlar at hækka flogvallargjaldi, hóast stóru útbyggingina. 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968