Nú kann Íleggingargrunnurin brúkast til Suðuroyartunnil og Vága flogvhavn

Nú kann Íleggingargrunnurin brúkast til Suðuroyartunnil og Vága flogvhavn
Íleggingargrunnin hevur nú fingið heimild frá einum samdum løgtingi at lata tilsamans 700 milliónir krónur til Suðuroyartunnilin og útbygginginia av Vága Floghavn
 
09.12.2025 - 16:10

3.viðgerð var í dag um uppskotið at broyta lógina fyri Íleggingargrunnin, soleiðis at grunnurin fær heimild at lata tilsamans 700 milliónir krónur til Suðuroyartunnilin og útbygginginia av Vága Floghavn.

Eitt samt løgting tók undir við uppskotinum. 

Við broytingini verður sett í lógina fyri Íleggingargrunnin, at hann fær heimild at læna 350 milliónir krónur til P/F Suðuroyartunnilin, rentu- og avdráttarfrítt í 30 ár.

Og grunnurin fær heimild at læna aðrar 350 milliónir krónur til P/F Vága Floghavn, rentu- og avdráttarfrítt í 10 ár.

 

Hevur ikki havt heimild at læna

Íleggingargrunnurin hevur higartil ikki havt heimild at læna pengar, rentu- og avdráttarfrítt. Eisini hevur verið ásett, at stýrið fyri grunnin óheft skal meta um dygdina á lánunum og gera av hóskandi trygd fyri teimum lánum, ið grunnurin veitir. 

Hesar ásetingar verða nú sleptar við nýggju lógini.

Í grundgevingini fyri lógarbroytingini sigur ein samd fíggjarnevnd, at tað vil spara P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunlinum fyri rentuútreiðslum og avdráttum. Og tað vil so gera hesar báðar verkætlanir fíggjarliga sterkari.

 

Samt løgting

Eitt samt løgting tók undir við at broyta lógina fyri Íleggingargrunnin soleiðis, at hann fær heimild at læna pengar, rentu- og avdráttarfrítt, til hesar báðar verkætlanir.

Verður heimildin brúkt, so hevur grunnurin ongar pengar at læna út til aðrar verkætlanir, og ongar rentuinntøkur næstu mongu árini. 

Danska stjórnin stovnaði Íleggingargrunnin í 1964. Endamálið var at fíggja útbyggingar av undirstøðukervinum í føroyska samfelagnum. Grunnurin varð latin landsstýrinum 1.januar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659