Svartkjaftaskip vilja sleppa at landa uttanlands

12.01.2022 - 17:56
InnlendisVinna
Svartkjaftaskip vilja sleppa at landa uttanlands
Fiskimannafelagið hevur vent sær til Árna Skaale, landsstýrismann, tí nógv skip bíða eftir landingartørni í Fuglafirði
Christian liggur í Ánunum og bíðar eftir landingartørni í Fuglafirði.
Mynd: Savnsmynd  

Skip skulu sleppa at landa uttanlands, nú tey liggja í fleiri dagar og bíða eftir landingartørni í Føroyum.

Soleiðis ljóðar áheitan, sum Føroya Fiskimannafelag hevur sent Árna Skaale, landsstýrismanni í fiskivinnumálum.

Eitt teirra er nótaskipið Christian, sum í gjáramorgunin kom aftur av fiskiskapi við umleið 2.200 tonsum av svartkjafti.

Men í staðin fyri at seta kós móti Fuglafirði, har Havsbrún tekur móti svartkjafti, bleiv lagt at í Ánunum.

Og har fer skipið at liggja í nakrar dagar, tí góður fiskiskapur er, og fleiri skip eru um boðið. Tað hevur við sær, neyðugt er at bíða í fleiri dagar eftir landingartørni í Fuglafirði.

Hoyr Páll Rasmussen, skipara á Christiani, í útvarpstíðindunum.

Sambært §41 í lógini um sjófeingi kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi landa og avreiða í mesta lagi 15 prosent av veiðuni fyri hvørt fiskaslag sær uttanlands.

Og tá Christian bara hevur eina kvotu upp á 10.000 tons av svartkjafti, ber ikki til at fara uttanlands at landa veiðina upp á 2.200 tons, uttan at fáa undantak frá landsstýrismanninum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770