Landsstýrismaðurin heldur fast um tey 15 prosentini

13.01.2022 - 16:59
InnlendisVinna
Landsstýrismaðurin heldur fast um tey 15 prosentini
Uppsjóvarskip sleppa ikki at landa meira enn 15 prosent av veiðini uttanlands, staðfestir Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Árni Skaale, sum er nýggir landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar ikki at slaka í kravinum, at skip einans kunnu landa 15 prosent av veiðuni uttanlands
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Árni Skaale, nýggjur landdstýrismaður í fiskivinnumálum, fekk ikki nógva tíð at seta seg inn í tingini, nú boð eru eftir honum um at loyva skipum, sum fiska svartkjaft, at landa uttanlands.

Christian liggur í løtuni í Ánunum og bíðar eftir tørni. 

Men Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer ikki at loyva skipunum at landa meira enn tey 15 prosentini av veiðuni uttanlands, sum lógin loyvir.

Hann manglar grundgevingar fyri at broyta ásetingina.

Sambært §41 í lógini um sjófeingi kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi landa og avreiða í mesta lagi 15% av veiðuni fyri hvørt fiskaslag sær uttanlands.

 

Fakfelagsformenn ymiskir á máli

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, heldur, at landsstýrismaðurin eigur at loyva skipum uttanlands at landa. Tað kann hann við einari kunngerð.

Jan Højgaard hevur sent landsstýrismanninum Árna Skaale eina áheitan, men enn hevur hann ikki fingið svar

Georg Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag hevur forstáilsi fyri støðuni, men hann heldur lítið um, at skipini sleppa uttanlands at landa, sigur hann.

Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar arbeiðsmannafelag, sigur tað sama. Hann hevur fleiri limir hjá Havsbrún, sum liva av at skipini landa.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611