Bussleiðin í Havn: Svensk fyritøka skal meta um el-bussar

24.01.2022 - 17:59
InnlendisPolitikkur
Bussleiðin í Havn: Svensk fyritøka skal meta um el-bussar
Fyribils niðurstøður skulu gerast til fund í teknisku nevnd, sum verður 7. februar
Býbussarnir í Havn skulu skiftast, men spurningurin er, um teir nýggju skulu vera el-bussar ella diesel-bussar.

Tórshavnar kommuna hevur heitt á svensku fyritøkuna, AFRY, gera ein meting, um kommunan skal keypa el-bussar ella diesel-bussar

Svenska fyritøkan skal eisini kanna, um SEV er ført fyri at veita streymin til møguligar el-bussar.

AFRY ráðgevur fyritøkum og kommunum um undirstøðukervi, orku og umhvørvi.

Ætlanin er at fáa eina fyribils niðurstøðu til fund í teknisku nevnd í býráðnum, sum verður 7. februar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV