Kommunur kunnu sjálvar áseta gjald fyri eldratænastur

Kommunur kunnu sjálvar áseta gjald fyri eldratænastur
Gjaldið kann tó ikki vera størri, enn vistarhald og tænasta veruliga kosta
Kommunur sleppa sjálvar at áseta gjaldið fyri búpláss, umlætting og heimahjálp. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen))
 
02.02.2023 - 08:39

Frá 1.april í ár sleppa kommurnar at áseta, hvussu nógv vistarhald og tænastur í eldrabústaði skulu kosta.

Sambært kunngerðini kann kommuna áseta størst møguligt gjald.

Men gjaldið kann ikki vera størri, enn vistarhald og tænasta veruliga kosta.

Hetta stendur í kunngerðini um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt og annað, sum nú er broytt.

 

Skulu lýsast fyri 1. mars

Broytingin er, at kommunur sleppa sjálvar at áseta gjaldið fyri búpláss, umlætting og heimahjálp.

Sambært kunngerðini skulu gjøldini, sum skulu galda frá 1.apríl í ár, lýsast í seinasta lagi 1.mars.

Gjøldini, sum vera galdandi 1.april í ár, vera framvegis í gildi í teimum kommunum, har nýggj gjøld ikki eru lýst at galda frá 1.januar 2024, stendur eisini í kunngerðini.

Kommunurnar hava fleiri ferðir, síðan eldraøkið var lagt út til kommunurnar at umsita í 2015, gjørt vart við, at tær sjálvar áttu at havt heimildina at áseta gjøldini fyri røkt og tænastur á eldraøkinum, soleiðis at vald og gjald fylgjast.

Tað hevur landsstýrið nú gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558