Heilar bygdir eru summarfrítíðarbygdir

24.01.2022 - 14:23
InnlendisSamfelag
Heilar bygdir eru summarfrítíðarbygdir
Hóast Útoyggjafelagið í mong ár hevur arbeitt fyri at fáa fólk at støðast á útoyggj, er leikluturin ikki útspældur, sigur samskiparin
Við Gjógv búgva bert fólk í 19 prosent av húsunum. Tað vil siga fólk, sum búgva har alt árið.

Eitt dagført yvirlit yvir, hvussu nógv tóm hús eru í Føroyum, vísir, at fleiri bygdir longu eru vorðnar summarferiubygdir.

Umhvørvisstovan hevur gjørt yvirlitið.

Bert 20 prosent av húsunum í Gásadali hava fólk, sum búgva fast. Restin er summarhús.

Sama søga kann sigast um Elduvík. Har búgva fólk bert í fimta hvørjum húsi. Restin er summarhús og hús, sum ongan góðan eiga.

Við Gjógv búgva bert fólk í 19 prosent av húsunum. Tað vil siga fólk, sum búgva har alt árið.

Í Árnafirði, Svínoy, Fugloy og Mikladali er støðan tann sama.

Olga Biskopstø er samskipari í Útoyggjafelagnum, sum hevur arbeitt fyriat fáa fólk at støðast á útoyggj. Hon heldur ikki, at útoyggjafelagið hevur útspælt sín leiklut.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Olga Biskopstø er samskipari í Útoyggjafelagnum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974