Kunngerðin skal verja fuglin á øllum útoyggjum

24.07.2018 - 13:28
InnlendisSamfelag
Kunngerðin skal verja fuglin á øllum útoyggjum
Tað er ein stórur trupulleiki, at allar útoyggjar ikki eru fevndar av somu kunngerð, sum Ramsar-økini eru, tí fuglurin er eisini hóttur har.

Tað er ein stórur trupulleiki, at allar útoyggjar ikki eru fevndar av somu reglugerð, sum ramsarøkini eru, tí fuglurin er eisini hóttur har. Tað sigur Olga Biskupstø, samskipari í útoyggjafelagnum. 

Um vikuskiftið blivu 8 vatnskutarar tiknir fyri at sigla í víkini í Nólsoy, sum er ramsarøki. Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og Mykineshólm, sum eru Ramsaroyggjar.

Ramsarkunngerðin, sum kom í fjør, byggir á lógina um at verja havumhvørvið. Kunngerðin er sett í gildi fyri at verja fuglin.

Men trupulleikin er eisini stórur aðrastaðni í Føroyum, og tað er ein trupulleiki, at kunngerðin ikki fevnir um allar útoyggjar, sigur Olga Biskupstø.

Tí hevur útoyggjafelagið heitt á landsins myndugleikar um at gera nakað við trupulleikan. Men enn er so at siga einki gjørt. 

Heilt ítøkiliga mælir útoyggjafelagið til, at allar útoyggjar verða fevndar av somu reglugerð, sum ramsarøkini eru. Í núverandi løtu eru tað bara Mykines, Skúvoy og Nólsoy, sum eru ramsarøki. 

Olga Biskupstø sigur, at sjálv ramsarskipanin er dýr, og tí er hon ikki so áhugað í, at allar útoyggjar vera ramsar-øki. Men hon heldur, at sama kunngerðin, sum er galdandi fyri ramsarøki, eisini burdi verið galdandi fyri allar útoyggjar, tí fuglurin eisini er hóttur har.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647