Eiðis kommuna leingir skipan við námsfrøðingum og hjálparfólki

28.01.2022 - 13:05
InnlendisSamfelag
Eiðis kommuna leingir skipan við námsfrøðingum og hjálparfólki
Skipanin við trimum tímum eyka um vikuna, hevur riggað væl, sigur borgarstjórin
Eiði.

Skipanin, har námsfrøðingar og hjálparfólk við námsfrøðiligari ábyrgd fáa tríggjar tímar eyka um vikuna, hevur riggað so mikið væl, at Eiðis kommuna hevur gjørt av at halda fram við skipanini.

Í fjør summar fór Eiðis kommuna undir nýggju royndarskipanina, og hon er nú eftirmett.

- Hon hevur riggað avbera væl, sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu, Rógvi Egilstoft.

Leisturin er broyttur nakað, men kostnaðurin verður væntandi tann sami.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Rógvi Egilstoft er borgarstjóri í Eiðis kommunu. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV