Byggja tænastudepil á Viðareiði fyri 13-15 mió. kr.

01.02.2022 - 13:16
InnlendisSamfelag
Byggja tænastudepil á Viðareiði fyri 13-15 mió. kr.
Depilin skal hava høli til venjingar, heimatænastu og dagtilhald
Tænastudepilin á Viðareiði skal eftir ætlan standa liðugur í 2024.

Norðoya bú- og heimatænasta, sum umsitir heimatænastuna og eldraøkið í Norðoyggjum, fer at byggja tænastudepil á Viðareiði.

Depilin skal hava høli til venjingar, heimatænastu og dagtilhald.

Nýggjur bygningur skal byggjast til tænastudepilin á Viðareiði mitt í bygdini niðan fyri skúlan.

Hann verður 400 fermetrar til støddar, er mettur at kosta 13 - 15 milliónir krónur, og eini fimm starvsfólk verða knýtt at deplinum.

Spakin verður settur í um árskiftið, og bygningurin verður liðugur á heysti 2024.

Hoyr samrøðu við Marnu Ellinggaard Jensen, leiðara í Norðoya bú- og heimatænastu, í útvarpstíðindunum.

 

Marna Ellingsgaard Jensen er leiðari í Norðoya bú- og heimatænastu.

 

Afturat tænastudeplinum, fer Viðareiðis kommuna at byggja íbúðir, sum hava tilknýti til depilin.

Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu, sum eisini er partur av Norðoya bú- og heimatænastu, sigur, at talan verður um tvær íbúðir, sum pensjónistar kunnu búgva í í styttri tíðarskeið, meðan tey eru til venjing.

- Verkætlanin er tó ikki liðugt viðgjørt í bygdarráðnum, sigur Marita Sumberg, borgarstjóri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV