Høgni Hoydal: Uttanlandsnevndin fær ongar upplýsingar

04.02.2022 - 11:55
InnlendisPolitikkur
Høgni Hoydal: Uttanlandsnevndin fær ongar upplýsingar
Hetta er eitt mál, sum leggjast fyri løgtingið, sigur formaðurin í Tjóðveldi og limur í Uttanlandsnevndini
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og limur í Uttanlandsnevndini, sigur, at málið um radaran má leggjast fyri løgtingið til viðgerðar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur als ikki fingið ta vitan um radaramálið, ið vit sum nevndarlimir hava biðið um.

Tað sigur Høgni Hoydal, limur í Uttanlandsnevndini:

Høgni Hoydal sigur seg ongantíð fyrr hava upplivað, at Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum ikki hevur fingið tær upplýsingar, hon hevur biðið um.

 

Má fyri løgtingið

Og tað er heilt burturvið, tá limirnir í Uttanlandsnevndini vita, at har hava verið fundir millum landsstýrið og donsku stjórnina um radaramálið.

Høgni Hoydal hevur alla tíðina verið sannførdur um, at málið um radaran er ikki eitt mál, sum ein landsstýrismaður einsamallur kann avgreiða eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina.

- Her er talan um eitt mál, sum má leggjast fyri løgtingið, sigur hann.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum við at trýsta á pílin.

 

Ein annar limur í Uttanlandsnevndini, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, hevur eisini spurt um fundarfrágreiðingar og telefonnotat frá fundum millum landsstýrið og donsku stjórnina um radaramálið.

Men heldur ikki hann hevur fingið nakað tilfar. Heldur ikki hevur hann sæð nakað til løgfrøðisliga notatið um heimildirnar hjá landsstýrinum, sum Høgni Hoydal hevur biðið um.

 

Bill ongar viðmerkingar

Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini, hevur ongar viðmerkingar til málið.

- Eg haldi ikki, at tað er rætt at fara í fjølmiðlarnar við tí, sum gongur fyri seg inni í Uttanlandsnevndini, sigur Bill Justinussen, sum hvørki vil vátta ella avsanna tað, sum Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen føra fram.

 

Bill Justinussen er formaður í Uttanlandsnevndini. 

 

Formaðurin í Uttanlandsnevndini hevur heldur ongar viðmerkingar til útsøgnina frá Jenisi av Rana, sum vil hava eitt svar frá nevndini, áðrenn næsta vika er farin.

Tað einasta, Bill Justinussen vil siga, er, at hann væntar at boðsenda Jenis av Rana til framhaldandi ráðførslu í Uttanlandsnevndini einaferð í næstu viku.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343