Stórur dagur hjá ítróttarfólki

06.02.2022 - 10:33
InnlendisSamfelag
Stórur dagur hjá ítróttarfólki
Fimm heiðurslønir vórðu lætnar á Itróttafagnaðinum í gjár

Elias Ellefsen á Skipagøtu er Ársins ítróttanavn 2021.
Tað gjørdist greitt til ítróttarfagnaðin, sum ítróttarsamband Føroya skipaði fyri í gjár.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði eitt hendingaríkt 2021 - hann vann svenska meistaraheitið í handbólti við Sävehof, og spældi síðan í Evropa League. Hann spældi HM endaspæl fyri U20 í Portugal og hann spældi sínar fyrstu dystir fyri føroyska A-landsliðið, har hann skoraði tilsamans 12 mál.
Elias sjálvur hevði ikki møguleika at verða við til tiltakið í gjár, tí hann var upptikin í steypafinalu í handbólti í Svøríki.
Pápin, Jens á Skipagøtu sum eisini er kendur innan hondbóltin í Føroyum, tók ímóti heiðrinum fyri sonin.

Tað var dagur í viku, hjá Eliasi, sum umframt at gerast Ársins ítróttarnavn, eisini gjørdist svenskur steypavinnari, eins og hann í tí dystinum varð kosin dagsins leikari. 

Ársins ítróttarstjørnuskot gjørdist Elisabet Erlendsdóttir, svimjari úr Havnar Svimjifelag. 
Ársins ítróttaátak gjørdist Fótbóltsskúlin við Stórá. 
Ársins ítróttarfelagsskapur, Føroya styrkisamband. 
Ársins ítróttarfyrimynd, Brynjar Poulsen, fótbóltsvenjari í Hvalba. 
Og Heiðursskjal Poul E. Petersen, fekk Jákup Mortensen, fyri sítt drúgva arbeiði fyri NSÍ. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221