Arbeiðsgevarar brúka nú eisini arbeiðsmegi úr triðjalondum

09.02.2022 - 13:53
InnlendisVinna
Arbeiðsgevarar brúka nú eisini arbeiðsmegi úr triðjalondum
Skipanin hevur verið í gildi í tríggjar mánaðir, og gongdin hevur verið góð, sigur Útlendingastovan
Nú er smidligari hjá arbeiðsgevarum at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, bæði úr ES-londum og triðjalondum.
Mynd: Savnsmynd  

Arbeiðsgevarar brúka dúgliga skipanirnar, sum geva atgongd til útlendska arbeiðsmegi.

Bæði, tá talan er um útlendska arbeiðsmegi í ES og arbeiðsmegi úr triðja londum.

Skipanin hevur nú verið í gildi í tríggjar mánaðir, og gongdin hevur verið góð, sigur Sólva Dam deildarleiðari á Útlendingastovuni.

Áðrenn Fast Track skipanin kom í gildi, var tað drúgt og umsitingarliga tungt at fáa avgreitt arbeiðsloyvi til arbeiðsmegi úr triðjalondum.

Styttri avgreiðslutíð

Tað tók 2-3 mánaðir og longur. Við nýggju skipanini skal undangóðkenningin verða avgreidd eftir í mesta lagi 10 døgum, og umsóknir um arbeiðsloyvi skulu verða avgreiddar eftir í mesta lagi 30 døgum.

Fast Track-skipanin fer úr gildi, um arbeiðsloysið í Føroyum fer upp um 3,5 prosent.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum.

Sólvá Dam er deildarleiðari á Útlendingastovuni. 

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494