Uppskot um eykajáttan til Dalstunnil fyri løgtingið

09.02.2022 - 18:30
Innlendis›Politikkur
Uppskot um eykajáttan til Dalstunnil fyri løgtingið
- Nú má gongd koma í aftur, og tí leggur Javnaðarflokkurin fram uppskot um eykajáttan, sum skal fáa ferð á arbeiðið, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í flokkinum.
savnsmynd

Dalstunnilin má í gongd aftur. Tað sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.

Arbeiðið við bergholinum til Dals byrjaði á sumri í 2019, tá vóru níggju milliónir krónur játtaðar.

Sambært Landsverki er neyðugt við 18 - 20 mió. krónum í játtan um árið fyri at arbeiðið ikki skal steðgað.

Fyrr í ár varð boðað frá, at vantandi játtan ger, at arbeiðið við bergholinum varð steðgað.

- Nú má gongd koma í aftur, og tí leggur Javnaðarflokkurin fram uppskot um eykajáttan, sum skal fáa ferð á arbeiðið, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í flokkinum.

Fyrsta skotið var latið av í november 2020. Síðani bar til at arbeiða alt 2021 á tamb, men nú er arbeiðið stegðað.

Dalstunnilin er umleið 2.200 metrar langur og átta metrar breiður.

Afturat tunlinum, skulu eisini gerast 150 metrar av vegi Húsavíkarmegin, og 100 metrar av vegi Dalsmegin. Síðan skulu umleið 2.500 metrar av vegi afturat breiðkast.

Arbeiðið at gera tunnilin skuldi av røttum taka fýra ár treytað av, at nøktandi játtan fæst.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655