Fólkatalið í Nes Kommunu vaksið við 53 fólkum seinasta árið

11.02.2022 - 14:06
InnlendisSamfelag
Fólkatalið í Nes Kommunu vaksið við 53 fólkum seinasta árið
Við tøkum bústøðum og tøkum grundstykkjum, hevur Nes kommuna verið fyrireikað og verið til reiðar til stóra fólkavøksturin í landinum, sigur borgarstjórin
Áhugin fyri at seta búgv í Nes kommunu er stórur

Tað grør um gangandi fót í Nes kommunu.

Í Nes kommunu búgva nú 1.450 fólk, og tað eru 53 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani.

Men tey hava verið verið klár í Nes kommunu, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri.

 

Íbúðir muna væl

Í Nes kommunu eru fólk flutt inn í íalt 34 íbúðir í summar.

10 leigu- og 8 lutaíbúðir hjá Bústaðir, umframt aðrar 16 eigaraíbúðir á sama stað, sum onnur privat fyritøka, hevur staðið fyri.

Harumframt hevur kommunan stykkjað út, fleiri staðni.

 

Kommunan ynskir fleiri fólk

Og stendur tað upp til borgarstjóran, so steðgar fólkavøksturin ikki her.

Kommunan hevur eisini fingið væl meir inn í skatti enn væntað varð, tá ið fíggjarætlanin fyri 2021 varð løgd.

3,8 milliónir krónur meir enn væntað, fekk kommunan inn í skatti.

Hóast fólkavøkstur og knappar fýra milliónir meir inn í skatti, so kunnu borgarar í Nes kommunu tó ikki vænta sær skattalætta ella hægri barnafrádrátt í fyrstu syftu.



 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115