Fólkatalið er nú oman fyri 54.000

Fólkatalið er nú oman fyri 54.000
Fyri fimm árum síðani búðu 50.000 fólk í Føroyum, men nú eru fleiri enn 54.000 fólk búsett í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.07.2022 - 16:48

Yvir 54.000 fólk eru nú í Føroyum. 1. juni búðu 54.000 fólk í Føroyum.

Síðani juni í fjør er fólkatalið vaksið 1,3 prosent. Tá fólkavøksturin byrjaði í 2013, lá fólkatalið um 48.000.

Fyri fimm árum síðani búðu 50.000 fólk í Føroyum.

Stóri fólkavøksturin er tó viknaður nakað seinastu mánaðirnar. 

Høvuðsorsøkin er, at færri børn eru fødd, og fleiri fólk eru deyð. Burðaravlopið seinasta árið er bara 162. Tað er farið niður í eina helvt av tí, tað var.

Men nettoflytingin er vaksin. Hon er 521 fólk.

Fólkatalið vaks mest í Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu og Eysturkommunu.

Tað minkaði mest í Sands kommunu, Hvalbiar kommunu og Sørvágs kommunu.

Lutfalsligi størsti vøkstur er í Nes kommunu, Eiðis kommuna og Eysturkommuna.

Lutfalsliga størsta afturgongd er í Sands kommunu, Húsavíkar kommunu og Fámjins kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891