- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tillagingar verða gjørdar í próvtøkum
21.02.2022 - 12:49
Innlendis
Tillagingar verða gjørdar í próvtøkum
Tillagingar verða helst gjørdar í próvtøkunum hjá 9. og 10. flokkunum í summar, nú korona hevur ávirkað undirvísingina hjá næmingunum í næstan tvey ár.

Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelag Føroya
Skúlaleiðarafelag Føroya heldur sent skriv til Uttanríkis- og Mentamálaráðið, og tey mæla til, at næmingarnir til próvtøkurnar fáa lættari torleikastig enn vanligt.
Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelag Føroya, vísir á, at næmingar stúra fyri próvtøkunum.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at nøkur uppskot um tillagingar eru gjørd, men enn dugir hann ikki at siga, hvussu próvtøkurnar verða tillagaðar.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV












