Risa íbúðarhús skal nøkta bústaðartørvin í Runavík

27.02.2022 - 16:20
Innlendis
Risa íbúðarhús skal nøkta bústaðartørvin í Runavík
Talan verður um 150 íbúðir, sum eru ógvuliga ymiskar í stødd. Tær minstu verða 60 fermetrar, og tær størstu heilt upp í 167 fermetrar í tveimum hæddum.

Føroya størsta íbúðarhús skal nøkta stóra áhugan fyri at seta búgv í Runavík, og at bjóða fólkum fjølbroyttari bústaðarmøguleikar. 

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, nú ætlanin er at byggja eitt - eftir føroyskum mátistokki - risa íbúðarhús, við 150 íbúðum, í Leitinum ovast í Saltangará.

Hjá Runavíkar kommunu er neyðugt at gera okkurt munagott, fyri at nøkta stóra áhugan at seta búgv í miðstaðarøkinum. 

Ætlanin er, at fyrstu íbúðirnar skulu vera klárar at flyta inní síðst í 2024.

Tað er ikki hissini bygningur, sum St. Jørgen Real Estate við Rúna Bro Róin og Jóhannus Egholm Hansen ætlar at byggja í Runavík, tí heldur enn at byggja fleiri blokkar, so hevur felagið, í samráði við Ósbjørn Jacobsen, arktitekt, valt at byggja ein stóran bygning.  

Talan verður um 150 íbúðir, sum eru ógvuliga ymiskar í stødd. Tær minstu verða 60 fermetrar, og tær størstu heilt upp í 167 fermetrar í tveimum hæddum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327