Íbúðarverkætlanin í Saltangará er broytt

Íbúðarverkætlanin í Saltangará er broytt
Nú eru útlit til, at gongd kemur á stóru íbúðarverkætlanina í Saltangará, sum var almannakunngjørd í februar fyri tveimum árum síðan
Íbúðir Í Leitinum í Saltangará. Verkætlanin er nú ikki so stór, sum sæst á hesum tekningunum.
 
23.06.2024 - 18:15

- Gongur eftir ætlan, so fær Runavíkar kommuna tekningar og umsókn um byggiloyvi í næstum. Men tað er slett ikki sama verkætlan sum tann upprunaliga.  

Tað sigur Joel undir Leitinum, nevndarformaður, tá KvF ringir fyri at frætta, hvussu tað gongur við stóru íbúðarverkætlanini í Leitinum í Saltangará. 

Tá ætlanin varð almannakunngjørd fyri góðum tveimum árum síðan, var talan um 150 íbúðir, sum allar skuldu byggjast undir einari lon.

Talan var um íbúðir, sum vóru rættiliga ymiskar í stødd, tær smæstu vóru 60 fermetrar og tær størstu 167 fermetrar, men av tí at verkætlanin ikki var lønsom, gjørdi byggiharrin av at broyta hana. 


Íbúðirnar smærri

- Tað er tað, sum vit hava arbeitt við síðan, og tað arbeiðið er nú komið so mikið langt, at vit rokna við at senda myndugleikunum tekningar og umsókn um byggiloyvi í næstum, sigur Joel undir Leitinum. 

Hann kom upp í verkætlanina, tá hann fyri einum góðum ári síðan tók við sum nevndarformaður í spf. í Leitinum, sum felagið eitur, sum skal standa fyri byggingini,. Síðan hevur felagið, sum er eitt dótturfelag hjá danska felagnum St. Jørgen Ejendomme A/S arbeitt við at broyta verkætlanina, so tað ber til at fáa hana til at hanga saman. 

Størstu broytingarnar í verkætlanini eru, at íbúðirnar nú vera smærri enn upprunaliga ætlað, og eisini er ætlanin at byggja í fleiri stigum heldur enn at byggja alt í einum. Og so verður eisini talan um eitt blandingsbyggjarí, har ein partur skal seljast og ein annar leigast út. 

- Við hesi samansetingini vænta vit, at tað ber til at fáa alt at hanga saman, so tað ber til at fáa fígging og aðrar íleggjarar við í verkætlanina, sigur Joel undir Leitinum.  

Hann er ikki sinnaður til at gera samrøðu um verkætlanina enn, men váttar, at gongd er í málinum, og at tað ikki er so langt á mál, áðrenn spakin kann setast í. 


180 íbúðir

Broytingarnar hava eisini við sær, at talan verður um fleiri íbúðir enn upprunaliga ætlað. Í 2022 var ætlanin at byggja 150 íbúðir, nú er talið nærri 180, men tær vera bygdar í fýra stigum. 

- Hóast bygt verður í fleiri stigum, verður framvegis talan um eitt gott og vakurt byggjarí, sum verður í trimum til fimm hæddir. Nær vit kunnu seta spakan í, fari eg ikki at siga nakað um beint nú, men málið er sjálvandi at sleppa í gongd við at byggja sum skjótast. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844